KÍ hevur í løtuni ein málturk, tá tað kemur til hornasparksstøður.
2024 landskappingarárið byrjaði annars framúr við hornasparksstøðum hjá KÍ. Tað fyrsta og annað hornasparkið gav mál móti ÍF og í seinna hálvleiki kom eitt mál afturat uppá hornasparksstøðu. Men síðani tann dystin er málturkur. KÍ hevur havt 65 hornaspørk síðani ÍF dystin uttan at nakað hevur givið mál. Og 65 hornaspørk í sjey dystum er yvir 9 í miðal, sum er sera høgt. Hinvegin hava mótstøðuliðini skorað tvey mál uppá 23 hornaspørk hesar dystirnar.
Hyggja vit søguliga, so hevur KÍ síðani 2015 skorað millum sjey og 15 mál uppá hornasparksstøður eitt landskappingarár.
Bolt.fo hevði líknandi hagtøl fyri kappingarbyrjanina 2022 og har vístu hagtøl, at tey bestu trý liðini lógu millum 12 og 15 hornaspørk í miðal fyri hvørt mál uppá hornasparksstøður.